Uttanlands

Russland sendi 728 dronur móti Ukraina í nátt

Harafturat komu 13 rakettir. Flogvápnið hjá Ukraina skeyt tað allarmesta niður, skriva altjóða miðlar

2025-07-09 07:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Flogvápnið hjá Ukraina hevði nógv at gera mikunáttina - meira enn vanligt.

Reuters, TV2 og fleiri aðrir altjóða miðlar skriva, at Russland í nátt sendi 728 dronur, umframt 13 rakettir (missil) móti Ukraina.

Hesar upplýsingarnar koma frá sjálvum flogvápninum í Ukraina, sum skeyt tað mesta niður: 718 dronur og sjey rakettir vórðu oyðilagdar.

Dronurnar komu millum annað úr Brjansk og Kursk. Mett verður, at málið var býurin Lutskt í Volyn-økinum.

Stóra álopið kemur í kjalarvørinu av, at Donald Trump hevur kunngjørt, at USA ætlar at senda vápn til Ukraina skjótt. Samstundis fanst amerikanski forsetin at Vladimir Putin, sum Trump annars hevur havt gott samband við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder