Ukraina og Russland leggja hvønnannan undir at bróta vápnahvíldina, sum er lýst í sambandi við páskahøgtíðina hjá ortodoksu kirkjuni hetta vikuskiftið.
Vápnahvíldin kom í gildi seinnapartin í gjár, og skuldi vera galdandi allan sunnudagin - í 32 tímar.
Ukraina segði í morgun, at 2.299 brot á vápnahvíldina vórðu skrásett.
Russland sigur seg eisini hava skrásett 1.971 brot á vápnahvíldina fram til klokkan átta í morgun lokala tíð, skrivar Ritzau.
Ein líknandi vápnahvíld varð lýst í fjør, og tá varð eisini boðað frá brotum á vápnahvíldina frá báðum síðum.
Enn eitt fangabýti
Samstundis sum vápnahvíld er lýst, hava Russland og Ukraina eisini býtt um fangar um vikuskiftið.
Talan er um 175 fangar á báðum síðum, sum vórðu leyslatnir í gjár, umframt sjey sivilfólk úr Kursk-landslutinum, boðar russiska verjumálaráðið frá sambært Reuters.
Leyslating av krígsfangum er eitt av fáum økjum, har russar og ukrainar hava samstarvað undir krígnum, sum nú er farið inn í fimta árið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald