Uttanlands

Russland og Ukraina býta um fangar

Ukraina hevur m.a. fingið líkini av 1.200 deyðum herfólkum um vikuskiftið

Ein av ukrainsku herfólkunum, sum varð leyslatin í dag (Mynd: EPA)

Ein av ukrainsku herfólkunum, sum varð leyslatin í dag (Mynd: EPA)

2025-06-14 16:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Umbýting av krígsfangum er eitt av fáum økjum, har Russland og Ukraina hava samstarvað, síðan kríggið byrjaði í 2022, og um vikuskiftið hava Russland og Ukraina aftur býtt um fangar.

Russiska verjumálaráðið sigur, at russar m.a. hava handað ukrainum líkini av 1.200 deyðum herfólkum.

Hetta er partur av avtaluni, sum varð gjørd um fangabýti millum londini á fundi í Istanbul fyrr í hesum mánaðinum.

Avtalað varð at býta leyslata krígsfangar, sum eru undir 25 ár, og fangar, sum eru álvarsligar særdir ella sjúkir, umframt líkini av deyðum herfólkum.

Sambært tíðindastovuni Reuters hava russar tó enn ikki fingið líkini av teirra deyðu, men sambært russiska verjumálaráðnum vórðu russiskir krígsfangar leyslatnir leygardagin. Hvussu nógvir talan er um er ógreitt, men teir eru í Hvítarusslandi, har teir fáa læknahjálp, áðrenn teir verða fluttir aftur til Russland, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder