Russiski forsetin, Vladimir Putin hevur lýst stutta vápnahvíld í krígnum móti Ukraina í sambandi við páskirnar.
Sambært ortodoksa kalendaranum eru páskirnar 12. apríl, og tí verður vápnahvíld frá í morgin, leygardagin 11. apríl klokkan 14 føroyska tíð til endan av sunnudegnum, 12. apríl.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj hevur boðað frá, at ukrainar eisini eru sinnaðir at leggja vápnini á páskum.
– Fólkið hevur tørv á at hava páskir uttan hóttanir og við veruligum framstigum móti friði, og Russland hevur eisini møguleikan til ikki at taka álopini uppaftur eftir páskir, sigur Zelenskyj sambært Ritzau.
Zelenskyj skeyt upp at hava vápnahvíld undir katólsku og protestantisku páskunum, sum júst hava verið, men hesum uppskotinum vístu russar aftur, og framdu teir umfatandi álop móti Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald