Russland og Hvítarussland hava í dag gjøgnumført eina felags kjarnorkuroynd, har tey venja flutning og avhending av kjarnorkuvápnum og fyrireiking til kjarnorkuálop.
Í fjør staðsetti Russland sínar nýggju hypersonisku Orsejnik rekattir í Hvítarusslandi. Hetta er ein rakett, ið kann gerast út við kjarnorkuløðing, skrivar norska NTB tíðinastovan.
Í eini fráboðan í dag heldru hvítarussiska verjumálaráðið fast um, at royndin ikki var rættað móti einum triðjalandi, og at hon ikki er nøkur hóttan móti trygdini í økinum.
Í undanfarnu viku royndi Russland eina langtrøkkandi rakett, kallað Sarmat, ið eisini kann brúkast í møguligum kjarnorkuálopum.
Venjingarnar eru komnar í lag eftir at New Start atalan millum Russland og USA frá 2010 fór úr gildi í februar í ár. Harvið hvurvu forðingarnar hjá londunum, sum í avtaluni góvu lyfti um at avmarka kjarnorkudubbingina, skrivar NTB.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald