
Russland noktar at hava verið í estiskum loftrúmi uttan loyvi.
Tað framgongur í fráboðan frá russiska verjumálaráðnum, eftir at stjórnin í Estlandi í gjár boðaði frá, at trý russisk hernaðarflogfør høvdu verið í estiskum loftrúmi í 12 minuttir uttan loyvi.
Russiska verjumálaráðið skrivar, sambært Ritzau, at flogførini skuldu úr Karelen í Russlandi til russiska økið Kaliningrad millum Litava og Pólland, og flúgvingin fylgdi altjóða reglur.
Les eisini: – Taka hetta í størsta álvara
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald