Uttanlands

Russland: Eldur í oljugoymslu í Sotji

Bæði Russland og Ukraina boða frá dronuálopum í gjárkvøldið og í nátt

Ukraina boðar frá, at Russland hevur lopið á býin Mykolajiv (Mynd: DSNS Ukraine)

Ukraina boðar frá, at Russland hevur lopið á býin Mykolajiv (Mynd: DSNS Ukraine)

2025-08-03 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt kyknaði eldur í einari russiskari oljugoymslu í russiska býnum Sotji, sum liggur við Svartahavið í sunnara parti av Russlandi.

Tað boðar Veniamin Kondratjev, guvernørurin í økinum frá á boðtænastuni Telegram.

Orsøkin til eldin er eitt ukrainskt dronuálop, verður sagt sambært Ritzau.

Tíðliga í morgun arbeiddu fleiri enn 120 sløkkiliðsfólk við at basa eldinum, sum eisini hevði við sær, at steðgur var í flogferðsluni á floghavnini í býnum. Í morgun koyrir alt á floghavnini tó sum vanligt.

Russiska verjumálaráðið upplýsti fyrr í morgun, at russar hava skotið niður 93 dronur yvir Svrtahavið og økið, har oljugoymslan er.

Eisini varð boðað frá dronuálopum aðrastaðni í landinum. Í landslutinum Voronezj verður boðað frá, at 18 dronur eru skotnar niður, og at fýra fólk eru særd. Trý teirra vórðu flutt á sjúkrahús.

Ukraina boðar í dag frá, at Russland seint í gjárkvøldið hevur framt álop á býin Mykolajiv í sunnara parti av Ukraina, og at í minsta lagi sjey fólk vórðu særd, harav tvey fólk vórðu flutt á sjúkrahúsið.

Ukrainski flogherurin sigur, at Russland hevur skotið 76 dronur og sjey rakettir móti Ukraina í gjárkvøldið og í nátt, og at átta øki eru rakt. Ukrainska loftverjan hevur oyðilagt 60 dronur og eina rakett, skrivar Reuters.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder