
Ukrainski herurin hevur í nátt framt dronuálop á Russland.
Sambært russiska verjumálaráðnum hevur Russland í nátt skotið niður 49 ukrainskar dronur í sjey landslutum, skrivar AP.
Ukrainski herurin sigur seg hava rakt ymisk mál, m.a. tvey flogfør á russisku flogstøðini Savasleyka eystanfyri høvuðsstaðin Moskva.
Eisini verður boðað frá, at ukrainar hava rakt elverkið ENIIR í Tjuvasjia umleið 600 kilometrar eystanfyri Moskva.
Ukrainar siga seg hava framt beinleiðis álop á elverkið við í minsta lagi tveimum dronum. Russland sigur tó, at vrakpetti frá dronunum, sum vórðu skotnar niður, raktu økið.
Boðað varð eisini frá einum stórum russiskum loftálopi á Ukraina í nátt, har 479 dronur og 20 rakettir vórðu sendar yvir Ukraina.
Les eisini: 479 dronur og 20 rakettir yvir Ukraina í nátt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald