Uttanlands

Russiskur hermaður søkt um friðskjól í Noregi

Hann varð tikin fríggjadagin, tá hann rýmdi yvir um markið millum Russland og Noreg

Markið millum Russland og Norðurnoreg er nærum 200 kilometrar langt (Mynd: AP)

Markið millum Russland og Norðurnoreg er nærum 200 kilometrar langt (Mynd: AP)

2025-08-24 12:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein russiskur hermaður, sum hevur verið í bardaga í Ukraina, hevur søkt um friðskjól í Noregi.

Hermaðurin varð tikin fríggjadagin, eftir at hann ólógliga var farin um markið millum Russland og Noreg.

Maðurin varð avhoyrdur og greiddi m.a. frá, at hann ikki longur ynskti at luttaka í krígnum í Ukraina. Hann hevur eisini játtað, at hann er farin inn í Noreg ólógliga.

Verjin hjá russiska hermanninum upplýsir, at hann tók ein hýruvogn til marknaøkið, og síðani fór hann til gongu restina av vegnum. Hann hevur søkt um friðskjól, og væntar verjin, at umsókn hansara fær eina vanliga viðgerð.

Markið millum Russland og Norðurnoreg er nærum 200 kilometrar langt.

Undir krígnum millum Russland og Ukraina hava verið nógvar fráboðanir um fólk, sum hava roynt at rýma undan hertænastu. Tað hevur eisini verið frammi í miðlunum, tá herfólk hava søkt um friðskjól í øðrum londum, skrivar Ritzau.

Eitt nú søkti ein fyrrverandi Wagner-herleiðari um friðskjól í Noregi í fjør. Umbøn hansara varð ikki játtað, men hann slapp tó at vera í landinum. Í fjør fingu seks russisk herfólk eisini fyribils uppihaldsloyvi í Fraklandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder