placeholder
Uttanlands

Russiskur hermaður í Ukraina kann fáa lívstíðardóm

21 ára gamal hermaður fekk boð um at drepa ein 61 ára gamlan ukraina

21 ára gamli russin á ákærubeinkinum (Mynd: EPA)

21 ára gamli russin á ákærubeinkinum (Mynd: EPA)

2022-05-18 09:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrsta rættarmálið um krígsbrotsverk í Ukraine síðan russisku innrásina, byrjaði í dag í Kyiv.

Ein 21 ára gamal russiskur hermaður, Vadima Sjisjimarina av navni, er ákærdur fyri at hava dripið ein 62 ára gamlan borgara í landnyðringspartinum av Ukraina 28. februar.

Ukrainskir myndugleikar siga, at 21 ára gamli russin samstarvar við ákæruvaldið, og at hann hevur viðgingið hendingina, sum fór fram bert fýra dagar eftir, at Russland gjørdi innrás í Ukraina.

Roknað verður við, at rættarmálið bert er tað fyrsta í eini røð um krígsbrotsverk. 21 ára gamli russin er ákærdur fyri krígsbrotsverk og tilætlað dráp. Verður hann dømdur sekur, kann hann fáa lívstíðardóm.

Ákæruvaldið sigur, at Sjisjimarina og fýra aðrir hermenn stjólu ein bil, tá bilafylgið teirra varð álopið.

Nærhendis bygdini Tsjupakhivka, møttu teir einum 62 ára gomlum manni á súkklu. Ein av hermonnunum bar tann ákærda um at drepa mannin fyri at hann ikki skuldi kunna geva teir upp, upplýsir ákæruvaldið.

Sjisjimarina skjeyt út gjøgnum vindeygað á bilinum, og maðurin doyði á staðnum, bert fáa metrar frá heimi sínum.

Fyrst í mai upplýstu ukrainsku myndugleikarnir, at Sjisjimarina var handtikin og vístu eitt filmsbrot, har hann segði, at hann fór til Ukraina fyri at stríðast fyri at vinna pengar til tess at hjálpa mammu síni fíggjarliga.

Hann segði, at hann hevði fingið boð um at skjóta 62 ára gamla mannin.

- Eg lat eitt skot av. Hann fall til jarðar, og vit hildu fram okkara ferð.

Verjin hjá 21 ára gamla russanum kallar hetta eitt avbjóðandi mál.

- Hetta er fyrsta mál av sínum slag í Ukraina. Her eru ongi mál frá fyrr av at taka støðu út frá, sigur hann.

Irina Venediktova, leiðandi ákæri í Ukraina hevur greitt frá týdninginum á hesum rættarmálinum í fleiri dagføringum á Twitter.

- Vit hava yvir 11.000 mál um krígsbrotsverk, og vit hava 50 fólk undir illgruna. Við hesum fyrsta málinum senda vit eini greið boð um, at ein og hvør, sum luttekur í brotsverkum í Ukreina, skal rokna við at verða rættarfylgdur, sigur hon.

Roknað verður við, at tveir aðrir russiskir hermenn verða stillaðir fyri rættin í morgin fyri at hava skotið við granatum móti sivilum málum í Kharkiv-økinum, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder