Innanlands

Russiski sjómaðurin varðhaldsfongslaður

Maðurin kann verða burturvístur og fáa innferðingarforboð, men tað er upp til danska útlendingastýrið at avgera

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-08-19 10:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var málið um russiska sjómannin, ið hevði nýtt harðskap móti einum føroyingi í Klaksvík, fyri rættinum.

Tað var klokkan hálvgum tólv fríggjakvøldið, at løgreglan fekk boð um, at russiski maðurin hevði sligið ein føroying í Klaksvík. Maðurin, ið var ávirkaður av rúsdrekka, varð tikin og koyrdur í brummuna at sova rúsin av sær.

Russiski maðurin varð síðani koyrdur fyri rættin, tí hann ikki er danskur ríkisborgari, og tí var vandi fyri, at maðurin ikki hevði verið til at finna aftur, um málið ikki varð avgreitt skjótt.

Klokkan 18 í gjár byrjaði rættarfundurin, og har var avgjørt, at maðurin skuldi varðhaldsfongslast í 12 dagar, meðan málið verður kannað nærri.

Vandi er fyri, at maðurin verður vístur av landinum og fær innferðingarforboð, men tað er upp til danska útlendingastýrið at avgera, sigur vakthavandi á politistøðini við Portalin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder