Uttanlands

Russisk rakettskipan komin til Turkalands

Talan er um eina verjuskipan, sum Turkaland hevur keypt frá Russlandi. Hetta er ikki fallið í góða jørð í USA

Erdogan (t.h) saman við Ali Babacan, varaforseta í Turkalandi - Mynd: EPA

Erdogan (t.h) saman við Ali Babacan, varaforseta í Turkalandi - Mynd: EPA

2019-07-12 18:39 Author image
Agnar Prestá

Turkiska verjumálaráðið upplýsir, at tann fyrsti parturin av russisku rakettskipanini er komin til landið. Tilfarið til S-400 luftverjuskipanini er nú í høvuðsstaðin Ankara. 

Talan er um skipan, ið Turkaland hevur keypt frá Russlandi, og sambært CNN slær hetta fast, at har hevur eitt samband ment seg ímillum forsetisráðharrarnar í londunum, Vladimir Putin og Recep Erdogan,

Í USA sær man hetta sum enn eitt afturstig í sambandinum ímillum USA og Turkaland. Londini eru sameind í NATO, men hava verið ósamd í spuringum um millum annað støðuna í Sýria. Av NATO-londunum hevur USA nógv størst her, meðan Turkaland hevur greitt næststørsta herin í NATO.  

placeholder
placeholder