Uttanlands

Russisk skip virkaðu har Nord Stream leiðingin sprongdist

Sjónvarpsrøðin "Skyggekrigen" hjá DR, NRK, SVT og Yle kemur við nýggjum upplýsingum um ferðsluna nærhendis Nord Stream gassleiðingina áðrenn hon sprongdist

(Mynd: DR)

(Mynd: DR)

2023-05-03 17:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Serútgjørd russisk hernaðarskip, ætlað til fremja ella stuðla virksemi á havbotninum virkaðu í økinum nakar mánaðir og eisini nakrar dagar frammanundan spreingingarnar av Nord Stream-gassleiðingini í fjør.

Tað avdúka skandinavisku sjónvarpsstøðirnar DR, NRK, SVT og Yle í triðja parti av røðini “Skyggekrigen”.

Sendingin hevur fingið hendur á prógvum, sum vísa, at minst tvey skip høvdu heilt sjáldsama framferð júst á staðnum í ein landnyðring úr Bornholm, har nakrar spreingingar hendu umleið 26. september í fjør.

Í sendingini verður ført fram, at prógv eru ikki fyri, at tað vóru russar, ið løgdu spreingiløðingarnar, men tað er prógv fyri, at skip, ið eru før fyri at fremja slíkan yvirgang virkaðu í økinum – nakað, ið er óvanligt fyri hesi skip – og eisini at tey ferðaðust sum um tey høvdu serligar uppgávur at fremja júst har. Skipini brúktu ikki radiosamband og høvdu eisini sløkt fyri tólunum, ið vísa hvar tey eru. Tað var týðuligt, at tey ikki ætlaðu at verða uppdagað.

Triðji partur, sum kallast “Kampen om sandheden” snýr seg annars í stóran mun um russiska propaganda og falstíðindi, sum fer fram í Vesturevropa. Sambært sendingini er neyðugt at niðurbróta vesturevropeisku fólkaræðini fyri at russiska hernaðarætlanin í Ukraina skal eydnast.

“Skyggekrigen: Kampen om sandheden” sæst her https://www.dr.dk/drtv/se/skyggekrigen_-kampen-om-sandheden_382109

Russiska stjórnin hevur í dag víst aftur avdúkingarnar hjá skandinavisku sjónvarpsstøðunum, og sigur, at talan er um eina villleiðingarkampanju.

Russiska uttanríkisráðið skrivar á Twitter, at nýggju upplýsingarnir um Nord Stream bert hava til endamáls at fjala yvir, hvør veruliga stóð fyri yvirganginum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder