Innanlands

Russari gav einum undir vangan í Klaksvík

Ein russiskur sjómaður skal fyri rættin, tí hann gav einum føroyingi ein undir vangan í gjárakvøldið

2018-08-18 12:05 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

 - Klokkan umleið hálvkum tólv í gjárakvøldið, fingu vit boð um, at ein russiskur sjómaður hevði givið einum føroyingi í Klaksvík ein undir vangan. 

Tað sigur vakthavandi á løgreglustøðini við Portal.fo. Maðurin skal fyri rættin, tí støðan er serlig, tá ein, sum ikki er danskur ríkisborgari, er ákærdur. Tí at maðurin er úr Russlandi, kann maðurin vera ringur at finna aftur, um málið ikki verður avgreitt skjótt, tí verður maðurin helst stillaður fyri dómstól í dag ella innan næstu dagarnar. Maðurin kann blíva burturvístur. 

Løgreglan upplýsir eisini, at talan var um mál, har spiritus var íblandað. 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder