Fleiri enn 2.600 íbúðarbygningar, 187 dagstovnar og 138 skúlar í ukrainska høvuðsstaðnum eru fyrrapartin uttan hita, eftir at eitt russisk álop rakti býin í nátt.
Umframt hetta eru 320.000 húsarhald uttan streym í høvuðsstaðarøkinum, upplýsa lokalu myndugleikarnir sambært Ritzau.
Ein persónur - ein 47 ára gomul kvinna - lat lív í álopinum. 11 aðrir persónar fingu skaða og eru innlagdir á sjúkrahúsi.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj skrivar á X, at nærum 500 dronur og 40 rakettir vórðu brúktar í álopinum.
Orsakað av álopinum vórðu tvær floghavnir í eystara aprti av Póllandi - Rzeszów og Lublin - stongdar eina løtu. Eisini vórðu pólsk stríðsflogfør send í luftina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald