Uttanlands

Russar fyrireika seg til kríggj móti Nato

Amerikansk tankasmiðja metir, at Russland er farið inn í fyrsta stig at fyrireika almenningin í landinum til eitt komandi kríggj móti Nato

Russiski forsetin, Vladimir Putin, fyllir 73 í dag. Sambært amerikanskari tankasmiðju, fyrireikar Russland fólkið nú til eitt komandi kríggj móti Nato (Mynd: EPA)

Russiski forsetin, Vladimir Putin, fyllir 73 í dag. Sambært amerikanskari tankasmiðju, fyrireikar Russland fólkið nú til eitt komandi kríggj móti Nato (Mynd: EPA)

2025-10-07 09:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Russland er farið undir eitt kunningar- og sálarfrøðiligt átak, ið skal fyrireika fólkið í Russlandi til eitt komandi kríggj móti Nato. Talan er um fyrsta stig, sokallaðu “fasu 0”. Hetta skrivar amerikanska tankasmiðjan ISW, Institute for the Study of War, í nýggjastu fregnargreining síni.

Herferðin umfatar bæði opin og loynilig álop á Nato-lond. Sambært fregnarupplýsingum kann hetta síggjast í sokallaðum flaggvirksemi, sum merkir virksemi, har tað skal fatast sum um, at tað er onkur triðji partur, sum stendur aftanfyri. Men tankasmiðjan nevnir eisini yvirgangsatsóknir, elektroniska krígsførslu, GPS-jamming, eldáseting og ikki minst innrásir í Nato-loftrúm, skrivar ISW.

- Hetta mynstrið av skipaðum virksemi bendir á, at Russland er farið inn í fyrstu fasu av fyrireikingunum – “Fasu 0” – fyri at førka seg upp í eitt hægri krígsstøði enn tað, sum Russland í løtuni er í, eitt nú eitt framtíðar kríggju millum Russland og Nato, sigur metingin.

Her verður lagt afturat, at virksemi “setir treytirnar fyri at rættvísgera og savna almennan stuðul til møgulig framtíðar álop móti Nato”.

Enn er óvist hvørji tíðarlinju, ið Kreml arbeiðir við hesum viðvíkjandi, skriva danskir fjølmiðlar.

Fríggjadagin almannakunngjørdi fregnartænastan hjá donsku verjuni, FE, eina nýggja meting av sokallaða hybrid-hóttanini móti Danmark. Her metir FE, at Russland í løtuni førir eitt hybrid-kríggj móti Nato og vestanlondum, og sagt verður at yvirgangshóttanin móti donsku verjuni er stór.

Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri, upplýsti tó, at tað í løtuni ikki er talan um hóttanir um eitt veruligt hernaðarligt álop á Danmark.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur annars føðingardag í dag. Hann fyllir 73 ár. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder