Innanlands

Rúsdrekkamál stongdi arbeiðspláss

Ein útlendskur arbeiðsmaður varð tikin fyri at koyra ávirkaður, og vísti tað seg, at hvørki hann ella starvsfelagar hansara høvdu arbeiðsloyvi í Føroyum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-11-14 08:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósmorgunin klokkan 10.20 fekk løgreglan eina fráboðan frá onkrum, sum hevði illgruna um, at ein bilførari koyrdi rúsdrekkaávirkaður í Havnini, og tað vísti seg eisini at vera so.

Sum vanligt er í slíkum málum, verður blóðroynd tikin, men hetta málið gjørdist størri enn eitt vanligt rúsdrekkamál.

Tað vísti seg nevniliga, at talan var um ein útlending, sum var í Føroyum í arbeiðsørindum. Viðkomandi koyrdi við arbeiðsbili saman við fýra øðrum starvsfeløgum, og tað vísti seg, at eingin teirra hevði arbeiðsloyvi í Føroyum.

Umframt teir fimm í bilinum varð eitt annað arbeiðsfólk hjá sama felagi, sum ikki hevði arbeiðsloyvi. Teir verða vístir av landinum, og fara eftir ætlan av landinum í dag, og hetta hevur so við sær, at alt arbeiði hjá hesari fyritøkuni er steðgað í Føroyum.

Menninir, sum hava verið í landinum í nakrar mánaðir, arbeiddu fyri eitt estlendskt felag í byggivinnuni. Felagið hevur ein umboðsmann í Føroyum, sum menninir hava havt lítið samskifti við, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Menninir eru allir skuldsettir fyri at arbeiða í Føroyum uttan loyvi, og tað fáa teir 1.000 krónur í bót fyri í part. Umframt hetta fær tann eini maðurin eisini eina bót fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka.

Dagførd kl. 9.00

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder