Innanlands

Rúsaður bilførari støðgaður

Maður fongslaður fyri at hótta fyritøku í høvuðsstaðnum.

2026-09-10 08:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein bilur var um 17-tíðina í gjár støðgaður í Havn tí illgruni var um, at bilførarin var rúsaður. Tað vísti seg, at viðkomandi var ávirkaður av rúsandi evnum, og verður nú skuldsettur fyri tað.

Bilførarin var ikki blíður við løgreglufólkini, sum støðgaðu honum, so hann fær eisini eina bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Stutt seinni varð løgreglan kallað út til eitt annað mál, har ein borgari vísti harðliga framferð móti eini fyritøku í høvuðsstaðnum. Maðurin hótti og varð harðligur.

Maðurin varð handtikin, og er ikki leyslatin enn. Viðkomandi hevði eisini rúsandi evni uppi á sær. Talan er um ein kenning hjá løgregluni. Støða skal nú takast til, um viðkomandi skal stillast fyri dómara í dag.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder