Mentan

Runavíkar kommuna stuðlar Geytanum

Í ár hækkar upphæddin á høvuðsvirðislønini úr 30.000 upp í 35.000 kr, og dómsnevndin hevur nú kunngjørt teir 8 filmarnar, sum skulu kappast um Geytan 15. februar

Mynd: Sigmund Vang

Mynd: Sigmund Vang

2020-01-20 13:16 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Aftur í ár stuðlar Runavíkar kommuna Geytanum. Hesuferð við enn størri upphædd, soleiðis at høvuðsvirðislønin á Geytatiltakinum í Norðurlandahúsinum 15. februar verður 35.000 krónur.

Tórshavnar kommuna hevur øll árini latið Áskoðaravirðislønina, sum nú er 25.000 krónur.

Í ár verður Sona-appin brúkt at telja atkvøðurnar í kappingini um Áskoðaravirðislønina inni í Høllini í Norðurlandahúsinum.

20 filmar komu inn til Geytakvøldið og dómsnevndin hevur valt 8 filmar út.

Teir eru:
Við fyrsta eygnabrá (Esther á Fjallinum 2019, 11:30 min)

Verkir (Theresa & Karina Jákupsdøtur 2019, 23:29 min)

Hví eru vit her? (Búi Dam & Dánjal á Neystabø 2019, 22:00 min)

Ósøgd orð (Nóllywood 2019, 9:49 min)

Trøllabeiggi (Gudmund Helmsdal 2019, 30:00 min)

The River (Atli Brix Kamban 2019, 3:31 min)

Smoothie Baby (Nóllywood 2019, 1:40 min)

Vit/Kenslur (Nóllywood 2019, 13:53 min)

Í dómsnevndini, sum skal velja Geytavinnaran, sita Birgir Kruse, Filmsfelagið, formaður, Gunn Hernes, Norðurlandahúsið, Jan Berg Jørgensen, Klippfisk, Marjun Niclasen, Filmshúsið, Ingibjørg Oddmarsdóttir, Tórshavnar Kommuna og Ivan Niclasen, Kringvarp Føroya. Innboðin gestadómari er Anita Reher frá Nordisk Panorama.

Verturin er Finnur Koba.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder