Innanlands

Runa Preeti Ísfeld verjir ph.d.-ritgerð

Ritgerðin snýr seg um kvinnur, sum flyta til Føroyar úr fjarskotnum landi fyri at fara í hjúnaband við einum manni her

Runa Preeti Ísfeld

Runa Preeti Ísfeld

2019-06-13 08:01 Author image
Ari av Rana

Fríggjadagin 21. juni 2019 verjir Runa Preeti Ísfeld sína ph.d.-ritgerð í Kongshøll.

Heitið á ritgerðini er:
"Marriage Migrants to the Faroe Islands: An Analysis of the Life-World of Non-Western Women Married to the Faroe Islands"

Endamálið við ritgerðini er útvega kunnleika um kvinnur, ið velja at flyta úr syðra partinum av heiminum og til eitt nýtt land - Føroyar - fyri at fara í hjúnaband við ein mann her á landi. Lívsroyndir og sjónarhorn hjá kvinnuligum hjúnabandstilflytarum verða viðgjørdar í ritgerðini. Kvinnurnar úr londum í “triðja” heiminum uppliva mangan stereotypisering og stigmatisering grundað einfalt á teirra landafrøðiliga uppruna, skrivar Granskingarráðið.

Í dómsnevndini sita Firouz Gaini (formaður), lektari, Fróðskaparsetur Føroya; 
Mai Camilla Munkejord, granskingarprofessari, NORCE Norwegian Research Centre AS; og Steven Arnfjord, lektari, Ilisimatusarfik.

Vegleiðarar eru Helene Pristed Nielsen, lektari, Aalborg Universitet og 
Gestur Hovgaard, lektari, Fróðskaparsetur Føroya.

Ph.d.-ritgerðin liggur alment frammi á Landsbókasavninum.

placeholder
placeholder