Rudy Giuliani, fyrrverandu sakførari hjá amerikanska forsetanum Donald Trump og fleiri onnur eru náðað av Trump.
Umframt Giuliani eru eisini fleiri aðrir stuðlar hjá Trump náðaðir. Talan er um persónar, sum sigast at hava roynt at ógilda úrslitið av forsetavalinum í 2020, sum demokratiski mótstøðumaðurin hjá Trump, Joe Biden endaði við at vinna. Víst verður á, sambært Ritzau, at Trump ikki náðar sær sjálvum.
Eingin av persónunum eru tó skuldsettir ella ákærdir í samveldismálum, og verður náðingin í høvuðsheitum mett at vera symbolsk.
Trump hevur fleiri ferðir hildið uppá, at valsvik var einasta orsøkin til, at Joe Biden vann á honum í 2020. Prógv eru tó ikki funnin fyri umfatandi valsvik í hesum sambandi.
Amerikanski forsetin kann sambært amerikonsku stýrisskipanini vísa fangum náði ella stytta revsing teirra. Hetta kann eisini verða galdandi fyri persónar, sum ikki eru dømdir.
Tilsamans 77 persónar verða náðaðir.
Á sínum fyrsta degi í Hvítu Húsunum náðaði Trump yvir 1.500 personum, sum annaðhvørt vóru dømdir ella bíðaðu eftir dómi í einum rættarmáli í sambandi við álopið á Kongressina 6. januar 2021.
Trump hevur funnist at fyrrverandi forsetanum Joe Biden fyri at náða son sín, Hunter Biden, sum varð skuldsettur í tveimum málum um ávikavist skattasvik og brot á vápnalógina, stutt áðrenn hann fór frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald