Innanlands

Rudda Føroyar 2022 var væl eydnað

Føroyar vóru aftur í ár partur av stóra altjóða tiltakinum World Cleanup Day. Árligi ruddingardagurin fór fram leygardagin 17. september, og higartil eru uml. 18,5 tons av burturkasti tald upp. Á leið 1.000 fólk ruddaðu á ruddingardegnum sjálvum, og eini 2-300 løgdust afturat vikuna eftir

3. floks næmingar á skúlanum á Giljanesi

3. floks næmingar á skúlanum á Giljanesi

2022-09-26 11:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Lítli sjálvbodni felagsskapurin Rudda Føroyar hevur fyri fimtu ferð fyriskipað føroysku luttøkuna á árliga altjóða ruddingardegnum, sum móðurfelagsskapurin í Estlandi, Let’s Do It World, fyriskipar.

Í ár samskipaði Rudda Føroyar ruddingar í Havn, Hoyvík, Nólsoy, Kollafirði, Fuglafirði, Runavík, Sundalagnum, Klaksvík, Miðvági, Sandavági, Tvøroyri og Hvalba. Heili 18,5 tons blivu ruddað í ár.

Lokalir samskiparar hava verið tey flestu støðini, og eisini hava fleiri fyritøkur og skúlar ruddað. Kavarar hava ruddað á havsins botni, bátar og bilar hava flutt, onkur gjørdi kaffi, og onkur annar bakaði bollar. Nógvir vóru leiklutirnir, sum allir vóru við til at gera dagin so væl eydnaðan.

Í ár hevur felagsskapurin eisini havt ein høvuðssamskipara, Sigurd Justinussen, tongdan at tiltakinum, sum hevur staðið fyri at samskipa og samskifta við mongu partarnar, sum hjálpa til at gera ruddingardagin til veruleika.

Hóast stóra nøgdin av ruski í náttúruni ikki er at fegnast um, eru tey í Rudda Føroyar glað fyri ársins avrik og fyri, at ruskið verður burturbeint á rættan hátt. Eisini gleðast tey um, at veðrið var so gott henda dagin, og at uppmøttu ruddararnir eisini fingu eina hugnaliga løtu saman.

Tey takka øllum einstaklingum, skúlum, dagstovnum, feløgum, fyritøkum og øðrum stovnum, ið hava ruddað og/ella stuðlað á ymiskan hátt.

Somuleiðis vilja tey takka stuðlum teirra. Stuðlar í 2022 eru:

  • Hiddenfjord, ið er høvuðsstuðul aftur í ár. Umframt fíggjarligan stuðul rudda starvsfólkini í Hiddenfjord á hvørjum ári
  • Betri
  • Nema
  • Mowi
  • Articon
  • Tryggingarfelagið Lív
  • Elektron
  • Demich
  • Føroya Tele
  • Bank Nordik
  • Bygma Balslev
  • Kirvi
  • Vestpack
  • Føroya Bjór
  • Sport24 Outlet
  • Føroya Keypssamtøka
  • Flyta
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder