Uttanlands

Rubio hevur ongar ætlanir um at hertaka Grønland

Franski uttanríkisráðharrin sigur, at amerikanski starvsbróður hansara hevur víst aftur allar tankar um, at USA hevur ætlanir um at gera seg inn á Grønland

Jean-Noel Barrot og Marco Rubio. Myndin er frá eini vitjan í Washington í mai í fjør (Mynd: EPA)

Jean-Noel Barrot og Marco Rubio. Myndin er frá eini vitjan í Washington í mai í fjør (Mynd: EPA)

2026-01-07 14:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Franski uttanríkisráðharrin, Jean-Noël Barrot, hevur tosað við amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubio, um Grønland. Og sambært honum hevur Rubio víst aftur allar tankar um, at USA hevur ætlanir um at hertaka Grønland, skrivar Reuters tíðindastovan.

Franski ráðharrin hevur arbeitt við eini ætlan fyri, hvussu londini í Evropa skulu fyrihalda set mótvegis amerikansku hóttanini móti Grønlandi. Hann skuldi tosa við starvsfelagar sínar í Týsklandi og Polandi um hetta í dag.

Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, segði í gjár eftir ein fund í uttanríkispolitisku nevndini á Fólkatingi, at danska uttanríkisráðið eisini hevur gjørt eina roynd at fáa ein fund í lag við amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubio.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur fleiri ferðir í seinastuni endurtikið sítt ynski um at fáa ræði yvir Grønlandi.

Rubio vil heldur fara eftir Kuba

Fleiri amerikanskir viðmerkarar hava ført fram, at einki undarligt er í at uttanríkisráðharrin ikki er áhugaður í Grønlandi.

Marco Rubio er av kubanskari ætt. Foreldur hansara rýmdu úr Kuba í 1957 tá Fulgencio Batista var einaræðisharri í landinum. Hetta var áðrenn kommunisku kollvelgintina, sum Fidel Castro stóð fyri.

Hesir viðmerkjarar siga, at Marco Rubio, ið sjálvur er føddur í Florida í 1971, í áravís hevur havt ein dreym at kunna vera tann, ið stendur á odda fyri at loysa Kuba úr kommunisstiska haftinum. Tí verður mett at tað er Kuba, sum stendur ovast á ynskilistanum, um tað stendur til hann at velja hvat land USA skal fara eftir næstu ferð. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder