Innanlands

Roysningurin í Vági: Varnaðist hann tíðliga í morgun

Onkur sum var túr millum klokkan fimm og seks, sá hann. Roysningurin er eitt sindur særdur, staðfestir Bjarni Johansen - enn hevur Vágs kommuna ikki verið í samskifti við djóramyndugleikar

- Tað kann væl vera, at hann fer avstað aftur av sær sjálvum. Soleiðis var síðst, at ein roysningur vitjaði. Tað var í 2013, sigur Bjarni Johansen (mynd: vagur.fo)

- Tað kann væl vera, at hann fer avstað aftur av sær sjálvum. Soleiðis var síðst, at ein roysningur vitjaði. Tað var í 2013, sigur Bjarni Johansen (mynd: vagur.fo)

2026-02-18 09:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hetta er ikki vitlíki.

Tað var tað fyrsta, sum vit fingu staðfest úr Vági fyrrapartin.

 - Onkur var farin túr millum klokkan fimm og seks og varnaðist okkurt óvanligt á Gørðunum.

Borgarstjórin í Vági greiðir Portalinum stutt frá, hvussu og nær stóri roysningurin var sæddur.

Sí eisini: Roysningur komin á land í Vági

Sjálvur varð Bjarni Johansen uppringdur fyrr í morgun og kunnaður um óvæntaða gestin. 

- Eg var á veg við soninum í barnagarðin, tá eg fekk eina uppringing. Hevði koyrt framvið áðrenn og sæð eini tveir bilar standa tætt við, men hugsaði ikki meira um tað. Seinni komu fleiri fólk - millum annað øll úr ítróttaskúlanum.

[object Object]
- Roysningurin lá friðarligur í mølini, meðan fólk í stillum tóku myndir og prátaðu um óvæntaðu vitjanina, skrivar vagur.fo

Sjálvur hevur Bjarni Johansen ikki verið so nær roysninginum, men borgarstjórin hevur fingið upplýst, at hann er særdur.

- Hann er særdur aftarlaga á kroppinum. Eitt ástøði er, at ein bóghvítuhvalur hevur jagstrað roysningin. Tað er kanska tí, at hann er komin hiðar.

Vágs kommuna hevur enn ikki verið í samskifti við mynduleikar um roysningin. Borgarstjórin greiðir Portalinum frá, at man "sær støðuna an" - um roysningurin kemur niðan á vegin, so ger man í øllum førum nakað við tað.

- Tað kann væl vera, at hann fer avstað aftur av sær sjálvum. Soleiðis var síðst, at ein roysningur vitjaði. Tað var í 2013.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder