Innanlands

Roysningur komin upp á land í Vági

Sjáldsamur morgungestur: Roysningurin liggur friðarligur í mølini á Gørðunum - Vágs Kommuna heitir á borgarar um at halda frástøðu til roysningin. Her eru nakrar myndir

-- Í Vági søgdu fólk seg hava hoyrt um ein roysning við Garðarnar tíðliga í morgun, og bæði børn og vaksin fóru oman at síggja sjáldsama gestin við egnum eygum. Roysningurin lá friðarligur í mølini, meðan fólk í stillum tóku myndir og prátaðu um óvæntaðu vitjanina (Mynd: vagur.fo)

-- Í Vági søgdu fólk seg hava hoyrt um ein roysning við Garðarnar tíðliga í morgun, og bæði børn og vaksin fóru oman at síggja sjáldsama gestin við egnum eygum. Roysningurin lá friðarligur í mølini, meðan fólk í stillum tóku myndir og prátaðu um óvæntaðu vitjanina (Mynd: vagur.fo)

2026-02-18 09:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Í morgun vaknaðu vágbingar upp til ein heldur sjáldsaman morgungest. Ein roysningur var komin upp á land á Gørðunum, og hetta dróg skjótt eina størri mannfjøld oman á Garðarnar.

Soleiðis lýsir Vágs kommuna støðuna hendan týsmorgunin.

Tað er ikki 1. apríl, og tað tykiskt ikki vera AI íblandað. Tað er annars ikki gerandiskostur, at roysningar koma uppá land í Vági. Sum heild er tað óvanligt í Føroyum - tó var millum annað ein kendur í Árnafirði fyri nøkrum árum síðani.

Í Vági søgdu fólk seg hava hoyrt um ein roysning við Garðarnar tíðliga í morgun, og bæði børn og vaksin fóru oman at síggja sjáldsama gestin við egnum eygum. Roysningurin lá friðarligur í mølini, meðan fólk í stillum tóku myndir og prátaðu um óvæntaðu vitjanina. 

Einki dramatiskt er hent, men vagur.fo skrivar, at fólk ikki skal koma ov nær.

- Vágs Kommuna heitir á borgarar um at halda frástøðu til roysningin – bæði fyri trygdina hjá sær sjálvum og hjá djórinum.

[object Object]

[object Object]
Myndir: vagur.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder