Innanlands

Royndi at stjala frá gistingarhúsi í Havn

Í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um eina miseydnaða roynd at stjala eina fløsku, og í nátt vóru tveir bilførarar tiknir fyri at koyra við ongum koyrikorti

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2020-04-05 09:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um klokkan 11 fyrrapartin í gjár fekk løgreglan eina fráboðan frá einum gistingarhúsi í høvuðsstaðnum um, at onkur hevði roynt at stolið eina fløsku.

Hetta eydnaðist tó ikki, og fór viðkomandi av stað aftur. Hetta hendi um átta tíðina um morgunin, fleiri tímar áðrenn løgreglan fekk fráboðanina, og mátti løgreglan tí fara út at finna viðkomandi fyri at kunna skuldseta hann, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Í nátt hevur løgreglan eisini verið úti og kannað ferðsluna, og í hesum sambandi  vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra uttan koyrikort.

Tann eini hevði longu mist koyrikortið framanundan, sigur vaktleiðarin, sum leggur afturat, at náttin annars hevur verið stak friðarlig.

placeholder
placeholder