2025-06-10 07:55
Løgreglan fekk í gjár fráboðan frá tollarunum á flogvøllinum um, at tey høvdu afturhildið ein persón, tí hann varð avdúkaður í roynd at smuggla hassj til Føroya.
Talan var um 5,5 gramm av hassji, sum sambært persóninum varð ætlað til egið brúk.
Løgreglan fór á flogvøllin, har viðkomandi játtaði seg sekan í smuggling. Fyri hetta fær viðkomandi eina bót. Bótin er ikki útskrivað enn. Er talan um fyrstu ferð, er bótin upp á 3.000 krónur, upplýsir vaktleiðarin hjá politinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald