
Umleið hundrað flóttar royndu leygarmorgunin at svimja úr Marokko inn til lítla spanska landaøkið, Ceuta, í Norðurafrika.
Tað skrivar The Guardian við lokalu myndugleikunum sum keldu.
Millum tey hundrað vóru eisini fleiri børn, verður sagt.
- Umleið 100 fólk royndu at koma inn fjald av mjørkanum, sum ger tað trupult at síggja fólk, sigur eitt talsfólk fyri sponsku myndugleikarnar í Ceuta.
- Men tað eydnaðist teimum ikki, tí marokkanskar trygdardeildir og spanska løgreglan, Guardia Civil, í samstarvi við bjargingarbátar forðaðu teimum at koma fram til Ceuta.
Sum so ofta, verða flóttarnir støðgaðir áðrenn tey náa í land. Sjey børn náddu tó inn á strondina, har tey vórðu kringsett av lokalum myndugleikum.
Sambært The Guardian velja flóttar ofta at svimja frá marokkansku strondini og út í streymharða Gibraltarsundi fyri at koma uttan um girðingarnar, sum røkka langt út á sjógv. Onnur royna at koma í báti.
Men flóttarnir eru oftani lættir at støðga, um tey eru fá. Tí henda royndirnar ofta í stórum bólkum, sum fara avstað um náttina, ella tá mjørkin liggur tjúkkur, skrivar dr.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald