Innanlands

Royna at fáa rættin at støðga umvalinum

Borgarstjórin og fýra aðrir limir í Runavíkar býráð hava stevnt Fíggjarmálaráðnum. Avgerðin, sum táverandi Løgmálaráðið tók, at ógilda valið í Runavíkar kommunu og lýsa umval, var ikki røtt halda tey

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-01-05 13:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, og fýra aðrir býráðslimir royna nú at fáa Føroya rætt til at støðga avgerðini hjá táverandi Løgmálaráðnum at útskriva umval í Runavíkar kommunu.

Umvalið er sett at vera komandi týsdag, 13. januar.

Men í morgin – eina viku undan umvalinum – verður eitt borgarligt mál viðgjørt í rættinum, har fimm limir í sitandi býráði í Runavík royna at ógilda avgerðina hjá táverandi Løgmálaráðnum. Av tí at Løgmálaráðið nú er niðurlagt, er tað Fígjarmálaráðið, ið hevur løgmál undir sær, sum er stevnt í málinum.

Sambært rættarlistanum eru tað Tórbjørn Jacobsen og Tóri Højgaard, varaborgarstjóri og útbúgvin løgfrøðingur, sum hava stevnt Fígjarmálaráðnum.

Men Frihedsbrevet veit i dag at siga, at eisini Sigrun Jónsveinsdóttir, Petur Hansen og Jóhan Vest eru við í stevningini. Frihedsbrevet veit eisini at siga, at málið um at stevna Fíggjarmálaráðið hevur verið fyri á afturlatnum býráðsfundi, men fekk ikki meiriluta. Tað eru limirnir, sum komu í minniluta, sum nú hava stevnt, skrivar Frihedsbrevet.

Teir fimm býráðslimirnir vísa í stevningini á, at býráðslimir ikki vórðu hoyrdir áðrenn avgerð var tikin at ógilda valið. Hetta verður mett sum brot á meginregluna um partshoyring. Eisini vísa tey á, at avgerðin er brot á lutfalsmeginregluna um, at ein myndugleiki eigur at taka ta minst inntrívandi avgerðina, tá tað ber til. Tey vísa eisini, at avgerðin er ov illa upplýst, tí hon einans er grundað á at ákærin hevur valt at reisa ákæru og Løgmálaráðið sjálvt ikki hevur gjørt nakrar sertakar kanningar ella hevur innlit í kanningar hjá løgregluni. Loksins vísa tey á, at Løgmálaráðið er ógegnigt, tí Nella Festirstein, aðalsrjóri er gift við Christiani Andreasen, ið er advokatur hjá ákærda valstýrisformanninum í Oyndarfirði.

Frihedsbrevet skrivar, at Nella Festirstein tó ikki hevur verið partur av avgerðini hjá Løgmálaráðnum, men stevnandi politikararnir halda, at alt Løgmálaráðið átti at verið ógegnugt av hesi orsøk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder