Mentan

roWan við bólki í OY í kvøld

Spælimaðurin úr Vestmanna hevur bassspælara og trummusláara aftur at sær á konnsertini

(Mynd: Tindra)

(Mynd: Tindra)

2026-02-13 11:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Róin Siggertsson – eisini kendur sum roWan – verður í kvøld at hoyra í OY.

Við sær hevur hann Arnold Ludvig á bassi og Brand Jacobsen á trummum.

Teir tríggir eru vanir at spæla saman, og tað kemur ivaleyst at merkjast á framførsluni.

Lagt er sostatt upp til eitt inniligt og festligt kvøld, har teir millum annað fara at tríva í egin løg hjá Róini Siggertsson.

Róin er eisini kendur fyri sínar sermerktu tulkingar av stórum sangum – eitt nú hjá Billy Joel – og er kanska tað tættasta vit føroyingar koma Motown. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder