- Tað sigur seg sjálvt, at slíkt eigur ikki at koma fyri, og nú verður kannað, hvussu tað ber til, at kubbar av rottueitri hava staðið frammi og verið atkomiligir hjá fólki.
Soleiðis skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari í sambani við heldur margháttiliga málið um, at rottueitur hevur ligið frammi á einum av sínum stóru røktarheimum.
Talan er um Lágargarð, og er tað Kringvarpið, sum hevur borið søguna í Degi & Viku fríggjakvøldið og mánakvøldið.
Músafellur og kassar við eitri
Í skrivi á torshavn.fo staðfestir kommunan, at støðan er íkomin vegna eina gamla avgerð - og av óvart:
- Fyri umleið fýra árum síðan fekk Lágargarður rottueitur frá aktingarskipanini, tí har vóru trupulleikar við mýs. Fellur vórðu settar upp, men loystu ikki trupulleikan, og tí vórðu kassar við eitri eisini settir upp rundan um húsi. Av tí at mýs eisini vóru inni í bygninginum, varð eitur eisini lagt í eina kaðalrennu niðri í gólvinum, har fólk ikki sleppa til.
Hesir kassarnir - ella kubbarnir - eru síðani komnir undan kavi aftur. Mest sannlíkt vegna broytingar, sum vóru fyri kortum.
- Herfyri vórðu broytingar gjørdar í einum rúmi á Lágargarði, og tað er hugsandi, at tað er í hesum sambandi, at kubbar av rottueitri eru komnir undan kavi. Av misgáum eru kubbarnir ikki beindir burtur, men hava staðið í vindeyganum og á gólvinum.
Eitrið er nú burturbeint, skrivar Tórshavnar kommuna. Hetta syrgdu aktingarmaðurin og húsavørðurin í felag fyri, beinanvegin boðini komu.
Annars er mannagongdin, at aktingarmaðurin fær rottueitur útflýggjað frá Umhvørvisstovuni, og eitrið verður væl goymt handan tvær læstar hurðar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald