Mentan

Ronnie vil ikki dansa

Søgan í nýggja sanginum hjá Ronnie er um ein mann, sum ikki vil dansa, ella rættari sagt, ikki torir at dansa og tí sigur nei, tá ið hann verður bjóðaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-09-13 11:12 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Enn einaferð er kollfirðingurin, Ronnie klárur við einum nýggjum sangi.

Sangurin kallast “Vil Ikki Dansa”, og tað er ein lættur og festligur sangur við eitt sindur av futti í. Søgan í sanginum er um ein mann, sum ikki vil dansa, ella rættari sagt, ikki torir at dansa og tí sigur nei, tá ið hann verður bjóðaður. Har eru nøkur orð í sanginum, ið ganga aftur úr "Bygdafrell", men tað er ikki víst, at tað er tað sama bygdafrellið, sum tað snýr seg um.

Hetta er ein uppspunnin søga, men Ronnie hevur møguliga skrivað eitt sindur um seg sjálvan. Hann sigur soleiðis:

– Er tað eitt, sum eg ikki tori, so er tað júst at dansa. Eg sigi altíð nei, tá ið eg verði spurdur um ein dans. Eg hevði sera gjarna viljað dugað at dansað, men tað dugi eg ikki, og tí er tað lættast hjá mær at siga nei, hóast eg haldi tað verða bæði flóvisligt og ómansligt.

Sangurin er at hoyra á øllum teimum vanligu tónleikapallunum so sum Spotify og Youtube frá dags dato.

Orð og Lag: Ronnie Korsager Davidsen
Framleitt og ljóðblandað: Julian Andreasen
Sangur: Ronnie Korsager Davidsen
Kór og lagt til rættis: Ronnie Korsager Davidsen og Julian Andreasen
Mastering: Holger Lagerfeldt



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder