Mentan

Ritsalon: Hans Andrias Djurhuus og Petra Djurhuus

Í kvøld hevur Rithøvundafelagið Ritsalon í Gallarí Havnará.

2025-10-25 09:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Forkunnuga evnið hesa ferð  - Hans Andrias Djurhuus og Petra Djurhuus - er sprottið úr húsunum, har felagið heldur til: Hans Andriasar hús undir Pisuvarða 2.

Hanus Kamban og Margreta Nónklett hava bæði granskað og skriva um hjúnini og fara at hugleiða.

Hugnaligi karmurin um ritsalonina verður aftur hesa ferð Gallarí Havnará, ið liggur beint yvirav Hans Andriasar húsi.

Tiltakið byrjar kl.20.00.

Hans Andrias og Petra
Hans Andrias skrivaði bókmentir, sum hava fest seg í minninum hjá fleiri ættarliðum av føroyingum, bæði yrkingar, sangir, skaldsøgur og sjónleikir.

Petra var kanska ikki so sjónlig, men ikki minni týdningarmikil. Hon var útbúgvin konservatorur og savnsvørður og hevði stóran áhuga í nátturuvísindum og fólkalívsfrøði, t.d. hevði tjóðbúnin hennara stóra áhuga. Petra var eisini høvundur og skrivaði m.a. leikir.

Saman vóru hjúnini týðandi partur av mentanarlívinum og løgdu lív og sál í t.d. savnsvirksermi. Tey vóru m.a. við til at bæði fíggja og stovna Náttúrugripasavnið og byggja Bátahøllina.

Allastaðni í húsunum síggjast spor eftir teimum og Rithøvundafelagið heldur tað tí verða hóskandi, at ljós verður varpað á hesi bæði fólkini.

Hans Andrias Djurhuus keypti húsini í 1927, tvey ár eftir, at hann giftist Petru á Botni. Hann búði har, til hann andaðist í 1951. Petra varð í húsunum, til hon á ellisárum flutti til Nólsoyar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder