Frá 1. november 2025 kunnu borgarar, sum fáa tilskotsheimilaðan heilivág, søkja um at koma í eina partgjaldsskipan fyri egingjaldið til heilivág. Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen, hevur tikið stig til at seta nýggja partgjaldsskipan í verk, sum gevur møguleika at rinda egingjaldið í tólv pørtum gjøgnum árið.
Skipanin merkir, at borgarar kunnu gera avtalu við Apoteksverkið um at rinda ein tólvtapart av egingjaldinum mánaðarliga, í staðin fyri at rinda alt ella ein stóran part av egingjaldinum í einum, tá heilivágur verður útflýggjaður.
Tey, sum eru millum 18 ár og pensjónsaldur, rinda upp til 2.756 kr.* í egingjaldi árliga, og tí verður mánaðarliga gjaldið 230 kr. Pensjónistar og fyritíðarpensjónistar rinda upp til 1.862 kr.* árliga, svarandi til 155 kr. um mánaðin.
Tey, sum velja at vera við í skipanini, skulu sostatt einki egingjald rinda, tá heilivágur verður útflýggjaður á apotekinum. Tey rinda í staðin eitt fast mánaðarligt gjald, ið svarar til 1/12-part av egingjaldinum. Tá tilskotsárið endar ger Apoteksverkið eitt yvirlit, sum vísir, hvussu nógv er goldið og møguligur munur verður avroknaður.
Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen, sigur um nýggja tilboðið:
– Við partgjaldsskipanini gera vit tað lættari hjá borgarum at rinda fyri heilivág, serliga hjá teimum, sum hava stórar heilivágsútreiðslur. Hetta er eitt slag av tryggleika, sum gevur fólki betri yvirlit, og egingjaldið verður býtt javnt út á árið.
Borgarar kunnu søkja um at koma í partgjaldsskipanina á apotekinum. Tá skipanin er liðugt ment, verður eisini møguligt at søkja umvegis Vangan.
*hetta er egingjaldið galdandi fyri 2025.
Heilsumálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald