Mentan

Rimmar konsert í Kelduni í Skálafirði

Kristni amerikanski popp/rock bólkurin Unspoken vitjar í Føroyum síðst í mánaðinum

2023-05-16 11:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mikukvøldið 31. mai verður  samkomusalurin hjá Kelduni í Skálafirði karmur um eina rimmar konsert við sera vælumtókta amerikanska pop/rock bólkinum, Unspoken. 

Tað eru høvuðspersónarnir handan Fjarðafestivalin, sum hava fingið konsertina í lag, og sum hava fingið hetta stóra og vælkenda navnið innan kristnan modernaðan tónleik hendanvegin. 

Tónleikurin, ið bólkurin spælir, vendir sær til allar aldursbólkar, men eru teir serstakliga vælumtóktir ímillum yngri lurtarar.  Bólkurin gav út sítt fyrsta staklag í 2012, og hevur síðan havt fleiri útgávur, sum hava ligið ovast á kristnum topplistum í USA. 

Í 2022 komu teir m.a. út við sera vælljóðandi løgunum ”Hard times” 

og “Loved by you”

 

Fyrireikararnir vænta nógv fólk til konsertina, og heita tí á fólk um at ogna sær atgongumerkið í góðari tíð. 

Atgongumerkini fáast til keyps longu nú fyri einans 265,-kr á heimasíðuni hjá Kelduni. Atgongumerkini við dyrnar fáast til keyps tveir tímar undan konsertini, men eru tá nakað dýrari, og kosta 295,- 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder