Innanlands

Ríkisumboðið klárar ikki trýstið

So nógv ynskja at fáa danskt cpr nummar og NemID, at skrivstovan hjá Ríkisumboðnum ikki klárar at fylgja við

(Skíggjamynd: Dagur og vika / Kvf.fo)

(Skíggjamynd: Dagur og vika / Kvf.fo)

2021-06-25 07:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er nógv trýst á hjá Rikisuboðnum. Føroyar hava einki koronupass klárt nn, og tí velja fleiri føroyingar donsku loysnina við cpr nummari og NemID.

Eftirspurningurin er so stórur, at neyðugt hevur verið at víðka um starvsfólkahópin hjá Ríkisumboðnum, varð upplýst í Degi og viku í gjárkvøldið.

Seinastu vikuna hevur Ríkisumboðið fingið 100 teldupostar um dagin, sum eru um hetta.

Skipanin við umsitingarligum cpr varð sett í verk 1. januar í ár. Endamálið var at lætta um hjá fólki, sum skuldu til Danmarkar í  sjúkraørindum ella lestrarørindum.  

Koronustøðan hevur nú havt við sær, at tað í høvuðsheitum eru fólk, sum vilja út í heim at ferðast, sum biðja um cpr ella NemID. 

Ríkisumboðið heitir á fólk sum ynskja cpr nummar ella NemID um at fara inn á heimasíðuna hjá teimum og útfylla skjøl, og ikki møta upp á skrivstovuni í høvuðsstaðnum.

Føroyska koronupassið skuldi vera klárt 1. juli, men tað verður tað ikki. Júst nær, tað verður klárt er ikki greitt, men Sjúkrahúsverkið væntar, at loysin verður send til góðkenningar í næsta mánað.

Síggj innslag í Degi og viku her (kvf.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder