Uttanlands

Ríkisrættarmálið móti Trump byrjar í Senatinum í kvøld

Trump er ákærdur fyri valdsmisnýtslu og fyri at arbeiða ímóti Kongressini

Donald Trump (Mynd: EPA)

Donald Trump (Mynd: EPA)

2020-01-21 13:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag byrjar ríkisrættarmálið móti Trump í amerikanska Senatinum.

Donald Trump er bert triði amerikanski forsetin í søguni, sum verður koyrdur fyri ein ríkisrætt, og verður hann dømdur, missir hann forsetaembætið.

Donald Trump er ákærdur fyri valdsmisnýtslu og fyri at hava arbeitt ímóti Kongressini undir kanningararbeiðinum.

Næstu tíðina skulu senatorar lurta eftir frágreiðingum frá bæði ákærunum, sakførarum úr Hvítu Húsunum og vitnum. Undir rættarmálinum hava teir ikki loyvi at skriva á Twitter ella at tosa við tey, sum sita undir liðini á teimum. Síðani fær Senatið ein dag at umhugsa, hvørt tey skulu atkvøða fyri ella ímóti Trump.

Sambært DR, væntar mann, at Trump verður fríkendur, av tí at ein meiriluti á 67 krevst fyri at finna Trump sekan, og í løtuni er støðan tann, at demokratar bert hava 47 umboð í Senatinum, meðan republikanar hava 53.

Ríkisrættarmálið kann taka upp til fleiri vikur. Ríkisrættarmálið hjá Bill Clinton í 1998 vardi ein mánað. Tó hevur Trump sjálvur sagt, at hann væntar, at tað fer at ganga skjótt fyri seg.

- Eg haldi, tað kemur at ganga skjótt fyri seg. Tað er sera eintáttað. Tað er eitt svikabragd, segði hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder