placeholder
Innanlands

Ríkispolitiið staðfest feilir í strikingum í revsimálaskránni

Feilurin varð funnin í sambandi við eitt ítøkiligt mál í juni, har ein fellandi avgerð, ið átti at verið skrásett, ikki var tað.

Talan var um sjálvvirkandi strikuumfar. Møguligar avgerðir, sum av órøttum eru strikaðar, eru tí avmarkaðar til avgerðir, sum eru tiknar fyri 2011

Talan var um sjálvvirkandi strikuumfar. Møguligar avgerðir, sum av órøttum eru strikaðar, eru tí avmarkaðar til avgerðir, sum eru tiknar fyri 2011

2026-09-08 15:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ríkispolitiið hevur staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret). Feilurin varð funnin í sambandi við eitt ítøkiligt mál í juni, har ein fellandi avgerð, ið átti at verið skrásett, ikki var tað.

Fyrisitingarligi depilin hjá politinum (Politiets Administrative Center, PAC) og Ríkispolitiið hava síðani arbeitt við at kanna orsøkina til feilin, hvussu umfatandi feilurin er, og hvørjar avleiðingar hetta møguliga kann hava.

- Tað er sera álvarsligt, at feilur er í revsimálaskránni, tí skráin er eitt týðandi arbeiðsamboð hjá politinum. Vit gera tí alt, sum vit kunnu, fyri at endurskapa avgerðirnar, sum av órøttum eru strikaðar,“ sigur ríkispolitistjórin Lasse Boje.

Fyribils kanningar vísa, at avgerðirnar í revsimálaskránni eru rættar í minsta lagi í eitt tíggju ára tíðarskeið frá 2021. Møguligar avgerðir, sum av órøttum eru strikaðar, eru tí avmarkaðar til avgerðir, sum eru tiknar fyri 2011. 

Við støði í hesum metir Ríkispolitiið, at feilurin ikki hevur týdning fyri privatar og almennar revsiváttanir, av tí at hesar ikki innihalda avgerðir, sum eru eldri enn 10 ár. Feilurin kann tó hava týdning fyri onnur mál, eitt nú fyri viðgerðina av barnaváttanum.

PAC hevur funnið 48 avgerðir, sum av órøttum eru strikaðar, og hesar avgerðir eru nú skrásettar aftur í revsimálaskránni. PAC hevur eisini kannað, um hesar avgerðir hava manglað á útflýggjaðum barnaváttanum. Tað hevur ikki víst seg at vera galdandi.

Ríkispolitiið arbeiðir framvegis við at kanna, hvussu umfatandi trupulleikin er, og hvørt tað ber til at endurskapa tær avgerðir, sum av órøttum eru strikaðar.

Útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum er tí fyribils sett í bíðistøðu. Ríkispolitiið væntar innan stutta tíð at taka støðu til, um viðgerðin kann byrja aftur.

Síðani Ríkispolitiið gjørdist varugt við ítøkiliga málið, eru ikki fleiri óheimilaðar strikingar av fellandi avgerðum gjørdar.

Føroya Politi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder