Mentan

Ríður um snarið hjá Sissal

Stórur spenningur undan Eurovision í kvøld tá Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen fer á pall

Sissal framførir

Sissal framførir "Hallucination" til royndina í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

2025-05-15 10:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Veddingarfyritøkurnar leggja upp til spenning, tá Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen úr Havn fer á pallin í seinna undanumfarinum í Eurovision í kvøld.

Setur tú pengarnar á, at Danmark og Sissal koma í finaluna, fært tú tað 2,5 faldað aftur. Hinvegin gevur tað 1,5 ferðir pengarnar aftur, um Danmark ikki kemur víðari.

- Við øðrum orðum vil tað siga, at vit meta tað vera 50-50 møguleika fyri, um vit koma víðari ella ikki. So nógv bendir á ein gysara í kvøld, sigur Peter Emmike frá Danske Spil við dr.dk.

[object Object](Mynd: EPA)

Favorittarnir sambært Danske Spil eru Finnland, Malta og Ísrael.

Spenningur er serliga um tíggjunda og seinasta finaluplássið, sum Danske Spil metir, at Írland, Lettland, Serbia, Armenia og Danmark kappast um.

Veddingarfyritøkurnar tóku feil í fyrra undanumfarinum, tá Ísland og Portugal komu víðari. Nakað, man ikki hevði roknað við.


Sissal Jóhanna hevði seinastu klædnaroyndina á pallinum í gjárkvøldið, og tað gekk sum skilst væl. Havnarkvinnan hevur drigist við krím seinastu dagarnar, men tað er at vóna, at tað er farið framvið.

[object Object](Mynd: EPA)

Seinna undanumfar av Eurovision verður í kvøld klokkan 20. Sjónvarpið hjá Kringvarpinum vísir sendingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder