Mentan

Reystmenninum Magnusi til minnis

Tað kendist mær sum eitt reystmenni var fallið. Og vit í Gøtu eina institutión fátækari

(Mynd: Tórður Mikkelsen/Við Tórði á Túri)

(Mynd: Tórður Mikkelsen/Við Tórði á Túri)

2024-02-16 13:50 Author image
Minningarorð / Ovi Brim
placeholder

Løtan er serstøk hvørja ferð. Kirkjuliðið er farið á føtur. Miðskips standa teir, ið syngja fyri líki, sum vóru teir loðsar hesa seinastu ferðina. Í virðing standa berarar við børuna, klárir at leiða yvir um Rossagarð á seinasta sinni. Hesa tignarligu løtu er alt flust uttanav, vit eru inni við lívsins merg. Um hann verður tá sungið, sum syndir mínar á seg tók, tí skal navn mítt skrivað standa yndisligt í lívsins bók – tað verður sungið um Jesu dýrabara frelsaranavn.

Soleiðis var eisini týsdagin undanfarna, tá Magnus Heinason varð borin út úr Gøtu kirkju. Tað kendist mær sum eitt reystmenni var fallið. Og vit í Gøtu eina institutión fátækari.

Í yvir 70 ár hevur Magnus tænt í Gøtu kirkju, har hann sum klokkari hevur kallað fólkið saman til halgan fund. Fyrst í Norðragøtu og eftir at nýggja kirkjan við Gøtugjógv í 1995 varð vígd, í báðum kirkjum. Fyri níggju árum síðani hittust vegir okkara, og frá fyrsta degi, hevur talan verið um vinalag. Soleiðis kendist tað í øllum førum, tí maðurin var eitt sosialt flogvit. Eyðkenda lyndi hansara og blíða bros eru saknað. Skemtiligu søgurnar við.

Spurdi Magnus einaferð um barnaminni frá sunnu- og halgidøgum. Svarið kom prompte – pápin Heini lítandi í spegilin við rakiknívi í hendi, meðan mamman Jacobina aftan fyri hann stóð við sálmabók. Tey valdu sálmar, sum um nakrar tímar skuldu syngjast til lesturin heimi í kirkju. Heini í Súnastovu varð settur sum kirkjutænari í Gøtu kirkju frá 1926, men barst honum frá, loysti konan uppgávuna.

At Magnus skuldi gerast kirkjubetjentur, sum hann onkuntíð kallaði tað, hevur sostatt ligið í kortinum frá upphavi. Sum stórur smádrongur ringdi hann fyrstu ferð og frá boðanardegi Mariu í 79 var hann so at siga einsamallur um tænastuna í Gøtu kirkju. Og soleiðis inntil farið varð í nýggju kirkjuna við Gøtugjógv, tá ið teir gjørdust tveir um tænastuna, Petur í Frammistovu tá við høvuðsábyrgdini. Og hóast Magnus fyri nøkrum árum síðani lat øðrum kúlvin, so hevur hann altíð verið at heita á. Jóladag – til inkarnatiónsveistluna – stjórnaði Magnus klokkunum í Gøtu kirkju á seinasta sinni. Klokkunum, hvørs áskrift er Eg ringi yvir bygdir hvøll, eg kalli fólkið komið øll.

Magnus var altíð í gongd við eitthvørt og sannlíkindini fyri at hitta hann uttandura vóru góð. Eftir faðirin, tók hann yvir Súnastovufestið í 79, sum hann eisini gekk upp í við lív og sál. Tað gav at bíta í 1993, tá ið GÍ stríddist fyri at vinna sítt fyrsta føroyameistaraheiti av fleiri. Venjarin Jóhan Nielsen hevði givið greið boð um, at menn skuldu møta úthvíldir til dyst. Um hálvan september tók ÍF ímóti inni í Fløtugerði. Einki kann lumpa sum grannauppgerðir, men hetta tók Magnus sær ikki av. Súrhoyggjabrunnurin skuldi fyllast, so hann setti sínum stevnu. Teirra millum soninum Heina Heinason og versoninum Paula Jarnskor, sum langt út á kvøldið knossaðust uppi við fjósið. Dystin inni í Fuglafirði vunnu Gøtumenn við tveimum málum. Málskjúttar vóru Pauli og Heini. Sjálvandi, hevur mann hug at siga.

Magnus, f. í 1938, var elstur av átta systkjum, sum frá barnaárum fingu hin krossfesta Krist uppmálaðan fyri eygum sínum. Alt frá óvitaárum luttók hann í tí, sum pápin og abbin tókust við. Heini var timburmaður og abbin fekst við alt frá jarn- til ursmíð. Karakteristiska handaliga hegnið hjá Magnusi er tí ikki úr leysum lofti.

Læruna sum elektrikari stóð hann í Klaksvíkini í 1961, men tað eru serliga Skála skipasmiðja og El-Talvuvirkið í Gøtu, ið hava havt gleðina av evnunum hjá Magnusi. Á Skála frá 1964-87 og í Gøtu frá 1987-2024. Við Tórhalli, Peturi hjá Benna og Magnusi, sum allir hava mynstrað av, er serstakur kapittul latin aftur í Norðragøtu. Ungu elektrikararnir eru nógvir í tali, sum hava góð minni úr kaffistovuni í Norðragøtu og við takksemi gleðast um hesar, ið løgdu teimum lag á.

Gøtur teirra Judithar og Magnusar bóru við hvørja aðra í Keypmannahavn fyrst í sekstiárunum og í adventini í 1964 gingu hesar lívsgøtur í eina, í somu kirkju, sum Magnus á sinni varð doyptur og fermdur í. Børnini gjørdust trý, Edla, Heini og Bárður og deyðfødda gentubarnið millum Heina og Bárð, ongantíð gloymt. Nýggjársaftan í 2022 doyði Bárður bert 49 ára gamal av krabbasjúku. Magnusi og familjuna allari til stóra sorg. Judith og Magnus fingu góð 59 ár í hjúnalagi, tá ið Magnus 9. februar andaðist á Lanssjúkrahúsinum 85 ára gamal.

Mær varð givið høvi at lesa ævilýsing hansara í sambandi við, at hann fekk kongaligan heiðurssprota fyri trúgva tænastu í kirkjuliði okkara. Magnus greiður soleiðis frá:

“Til seinast vil eg siga, at eg havi havt eitt gott lív, ríkt vælsignaður við góðari familju, góðum arbeiðsmøguleikum í góðum landi. Og so eri takksamur fyri, at eg gjøgnum mítt vaksna lív fekk loyvi til at gera tænastu í Harrans víngarði, sum klokkari í Gøtu kirkju.” 

Guds styrki og troyst, Judith og familjan øll.

Friður veri við minninum um Magnus Heinason

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder