Mentan

Reyn, kæra Reyn á mentanarnáttini

Randi Kúrberg hevur saman við Sprotanum givið út bók, sum er ein gongutúrur út á Reyn saman við Jørleif

(Mynd: Sprotin)

(Mynd: Sprotin)

2023-06-01 08:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eftir fleiri áheitanir hevur Randi Kúrberg nú greitt úr hondum bók, sum er ein gongutúrur saman við pápa hennara, Jørleif, út á Reyn.

Á mentanarnáttini í Havn í annaðkvøld klokkan 20 skipar Sprotin fyri útgávutiltaki í sambandi við, at bólkin “Reyn kæra Reyn” kemur út. Tiltakið er á Reinsarínum í Tórsgøtu.

Við forvitnisligum myndum og smáum søgum fer Randi at greiða frá, og tá ið tiltakið á Reinsarínum er av, verður farið ein lítlan gongutúr út á Reyn.

Randi greiðir soleiðis á heimasíðuni hjá Sprotanum frá bókini:

„Ein gongutúrur við Jørleifi út á Reyn átti at komið í bók.“ Hetta hava fleiri sagt, og eg helt ikki reiðiliga, at tað bar til, tí styrkin hjá babba var munnliga frásøgnin.

Søgurnar vóru gamaní hansara, og hann segði tær upp á sín máta, men kortini ikki meira enn so, at hann segði tær bæði fyri sínum lurtarum og saman við teimum. Minnið og ansurin fyri, hvat kundi vera ella gerast ein góð søga, vóru helst álitið. Haraftrat hevði hann tær eisini frá onkrum, og hann stykkjaði saman bæði við at leita í skrivaðum heimildum og spyrja seg fyri hjá fróðarfólki. Hvussu gongur tað munnliga upp á papírinum? Ber til hjá babba at siga søgurnar saman við sínum lurtarum í bók við myndum og teksti, men ongari rødd, ongum eygnasambandi og ongari ábending ella tilsiping frá áhoyraranum, sum neista til enn eina „nýggja“ søgu? Eg veit ikki, men kveikir hon okkurt í onkrum, sum hevur hug at bera komandi ættum tað, hevði tað frøtt lærarahjarta hansara.

Bókin “Reyn, kæra Reyn er skipað sum gongutúrur úti á Reyni og í gomlu Havnini sambært kortinum hjá Johan Poulsen – eisini nevndur Blikkinsláarin. Fyri at nærkast einari so sannari og eftirfarandi søguløtu sum gjørligt fór Jørleif túr við Katrini D. Hanusson. Tey kendust ikki, men hann visti, at hon hevði upptøkutól við, og at Sprotin ætlaði at geva „ein gongutúr við Jørleifi“ út. Hetta var í 2016, og Katrin var skjót at greiða sín part og umskriva frásøgnina til „lætt skriftmál“, ið stílliga var onkustaðni millum skrift og talu.

Síðan skuldi eg taka yvir og ritstjórna saman við babba, men sjúka kom uppí á ymsan hátt, og vit gjørdu tað ikki burtur av okkum, sjálvt um vit tóku táttin upp nakrar ferðir. Tvey ár seinni, í apríl 2018, legði hann árarnar inn. Okkurt fekk eg spurt hann um, annað minnist eg hann hava sagt, og so havi eg havt eitt gott mið í upptøkum á heimasíðuni hjá Kringvarpinum og frá Tórshavnar kvøldskúla. Hann bað meg endiliga spyrja Rasmus (Klipp) og Birgar (Johannesen), um eg stóð føst í onkrum. Nú eru báðir farnir, men Birgar var góður í ráðum, tí hann vísti mær á ymisk heimildarfólk, sum eg vil takka hjartaliga. Eingi nevnd, eingi gloymd. 

[object Object]Jørleif Kúrberg avmyndaður á Tinganesi í 2017 (Mynd: Jógvan á Dul)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder