Reyði Krossur Føroya sóknast eftir uppskotum at heiðra sum Ársins Fyrstihjálpari 2025.
Tann, sum er í uppskoti, skal í farna ári á serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp. Eins og seinasta ár, fer Reyði Krossur eisini at lata Ársins Barnaheiður, ið verður latin børnum fyri serstakt avrik innan fyrstuhjálp.
Øll kunnu lata inn uppskot, ið verða viðgjørd av dómsnevnd í fyrstuhjálpini hjá Reyða Krossi. Uppskot kunnu sendast til Reyða kross á frymlinum á heimasíðuni: https://redcross.fo/tilnevning/, á telduposti: [email protected] ella sum vanligur postur til Stiðjagøtu 6, 100 Tórshavn.
Freistin at senda inn uppskot fyri 2025 er 4. februar 2026, klokkan 14.
Ársins Fyrstihjálpari verður kosin í februar 2026, skrivar Reyði Krossur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald