Starvsfólk hjá Reyða Krossi eru farin at hjálpa palestinsku hernaðarrørsluna Hamas við leitingini eftir líkum av ísraelskum gíslum, sum skulu útflýggjast til Ísrael.
Eisini fólk úr Egyptalandi hjálpa til við leitingini í býnum Rafah í sunnara parti av Gazageiranum.
Leitingin gongur fyri seg í einum øki, sum ísraelski herurin ikki hevur ræði á, og sambært ísraelskum miðlum leita ísraelar eisini eftir líkum í partinum av Gaza, sum teir hava ræði á.
Ísrael hevur funnist at Hamas fyri ikki at útflýggja líkini av øllum gíslunum, men sambært Hamas hevur tað verið torført at finna øll líkini.
Talsfólk hjá ísraelsku stjórnini vil tó vera við, at Hamas veit júst hvar gíslarnir eru, og at tey eru før fyri at handa tey víðari til Israel, men at Hamas bert noktar at gera tað.
Sambært avtaluni um vápnahvíld millum Ísrael og Hamas, sum kom í gildi 10. oktober, skuldi Hamas leyslata øllum gíslunum, sum vórðu eftir í Gaza. Teir 20 gíslarnir, sum enn vóru á lívi, eru leyslatnir, og Ísrael hevur eisini fingið líkini av fleiri deyðum gíslum.
Sambært Ritzau manglar Hamas tó at útflýggja líkini av 13 gíslum. Seinast deyðir gíslar vórðu latnir Ísrael var týsdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald