Stóra málið um smugling av m.a. 3,8 kg av amfetamini, sum var fyri í Føroya Rætti í mars, hevur seinastu dagarnar verið viðgjørt í Eystara Landsrætti í Keypmannahavn. Endaligur dómur varð sagdur á middegi í dag, og landsrætturin herdi tríggjar av fýra dómum, boðar Føroya Politi frá í tíðindaskrivi.
Ein maður, sum varð frídømdur í Føroya Rætti, varð dømdur átta ára fongsulsrevsing í landsrættinum, og harumframt fingu tveir av hinum dømdu eina herda revsing.
Dómarnir í landsrættinum fullu soleiðis:
- 32 ára gamal maður: 7 ára fongsulsrevsing (6 ára fongsulsrevsing í Føroya Rætti)
- 41 ára gamal maður: Staðfesting av dómi (11 ára fongsulsrevsing í Føroya Rætti
- 46 ára gamal maður: 8 ára fongsulsrevsing (7 ára fongsulsrevsing í Føroya Rætti)
- 44 ára gamal maður: 8 ára fongsulsrevsing (Fríkendur í Føroya Rætti)
Tað var 7. mars, at fýra fólk vórðu dømd langar fongsulsrevsingar í Føroya Rætti fyri smugling av 22 kg av hassji og 3,8 kg av amfetamini úr Danmark til Føroya. Tveir persónar vórðu tá fríkendir.
Les eisini: Fýra fólk dømd í stóra rúsevnamálinum
Teir fýra dømdu kærdu dómin hjá Føroya Rætti til landsrættin. Tríggir av teimum kærdu til frídøming, meðan tann fjórði kærdi fyri at fáa linari revsing. Ákæruvaldið kærdi allar fýra dómar fyri at fáa herda revsing, og eina frídømingin varð eisini kærd.
Fýra av kærunum eru nú viðgjørdar í Eystari Landsrætti í Keypmannahavn, meðan seinasta kæran verður viðgjørd í Eystara Landsrætti í Føroyum í komandi viku
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald