placeholder
Innanlands

Rentuútreiðslurnar hjá húsarhaldunum øktar við 34 mió. kr.

Renturnar hækkaðu støðugt í 2022, og tað sæst aftur í útreiðslunum hjá føroysku sethúsaeigarunum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-06-02 10:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Rentuútreiðslurnar hjá føroysku sethúsaeigarunum eru øktar góðar 34 mió. kr. í 2022 í mun til í 2021. Verður rentustuðulin drigin frá svarar tað til 22 mió. kr. Tað er ein vøkstur á 12 prosent í mun til tað, sum var goldið av rentum á bústaðarlánum í 2021.

Renturnar eru hækkaðar støðugt í 2022, og tað er fyrstu ferð, at renturnar eru hækkaðar í mong ár, sí mynd 1. Árliga broytingin í miðalrentuni á bústaðarlánum hjá føroysku húsarhaldunum var 0,89 prosentstig í januar 2023 í mun til januar 2022. Í januar 2022 var miðalrentan 2,61 prosent á bústaðarlánunum í føroysku bankunum og donsku realkredittstovnunum tilsamans, og í januar 2023 var miðalrentan 3,5%; hon er sostatt økt 0,89 prosentstig.

Rentuútreiðslurnar hjá føroysku sethúsaeigarunum eru øktar góðar 34 mió. kr. í 2022 í mun til í 2021, sum svara til 22 mió. kr. tá ið rentustuðulin er drigin frá. Tað er ein vøkstur á 12 prosent í mun til tað, sum var goldið í rentum á bústaðarlánum í 2021. Sostatt eru livikostnaðirnir hjá føroyingum ikki bert øktir av inflasjón hetta seinasta árið, men eisini av rentuhækkingum.

[object Object]

Mynd 1 Rentan er økt lutfalsiga nógv

Les meir í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið í 1. ársfjórðingi 2023 her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder