Innanlands

Rentumarginalurin 3,75% í september 2025

Miðal útlánsrentan hjá føroysku privat- og vinnukundunum í føroysku bankunum var 4,40% í september 2025, ímeðan miðal innlánsrentan var 0,65%. Rentumarginalurin er munurin millum innláns- og útlánsrentuna og hann var tí 3,75%

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-11-15 17:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nettorentuinntøkurnar hjá bankunum vuksu frá á sumri 2022 til árslok 2023, tí føroysku bankarnir øktu útlánsrentuna meira, enn innlánsrentuna, ið merkir, at rentumarginalurin vaks.

Rentumarginalurin er síðani lækkaður eitt vet aftur.

[object Object]

Rentuinntøkurnar hjá føroysku bankunum av útlánum til føroyskar kundar vóru um 80 mió. kr. lægri fyrstu 3 ársfjórðingarnar í 2025 samanborið við fyrstu 3 ársfjórðingarnar í 2024.

Rentuútreiðslurnar hjá føroysku bankunum fyri innlán hjá føroyskum kundum, eru í sama tíðarskeiði lækkaðar nærum 30 mió. kr.

Landsbanki Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder