
Múlagjógv vesturi á Eiðinum var í dag karmur um ein part av kongaligu vitjanini í Vági.
Hetta fegnaðust kongur og drotning aftaná stórliga um. Tað var ein serstøk uppliving fyri parið og prinsessuna at fara yvirum við rennistrongi (zil-line har).
- Tað var lætt at siga ja, tá man var í bilinum. Men tað var fantastiskt at royna í hesari bergtakandi føroysku náttúruni, segði drotningin aftaná.
Júst Mary drotning var fyrst yvirum, síðani løgmaður, aftaná kom Josefina prinsessa sendandi, áðrenn Fríðrikur kongur fór yvirum 150 metra longu gjónna. Hetta meðan heilt fitt av fólki hugdu at.
Tað var heilt fitt av mótvindi, eystanætt, og stúrt varð fyri at tey kongaligu kundu steðga upp á vegnum.
Hetta vóru køn fólk á ítróttaháskúlanum til reiðar til. Tað gekk tó nærum sum smurt, og hetta setti eitt gott punktum fyri fyrrapartin á degi tvey av almennu skránni hjá teimum kongaligu í Føroyum.
Til ber at fylgja við vitjanini í Suðuroynni her - eftir matin gongur leiðin til Fámjins.
Sí myndir av Vágseiði, sum Sverri Egholm tók, niðanfyri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald