Innanlands

Renn fyri lívi: Nýggj app til lívbjargangdi fyrstuhjálp í Føroyum

Tað tekur bert 20-25 sek hjá skipanini at finna tríggjar persónar, sum fáa boð um at fara at hjálpa til, inntil fakfólk kemur á staðið

Mynd: Getty Images

Mynd: Getty Images

2020-08-29 14:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan desember 2019 hava Ragnar Jacobsen, ambulansuviðgerði, Sólfríð Fjallsbak, lækni, Jákup Haraldsen, tilbúgvingarleiðari og Hans Jákup Wang Jacobsen, formaður fyri Vága Bjargingarfelag, arbeitt við at fáa eina app til lívbjargandi fyrstuhjálp til Føroya.

– Nógv hevur verið tosað um at fáa skjótari hjálp til fólk í einu neyðstøðu, og gjørdi hetta, at vit fóru undir hetta megnar arbeiði. Alt er ólønt og nógvir tímar eru lagdir í hetta, fyri at gera hetta til veruleika, siga stigtakararnir í tíðindaskrivi.

Arbeiðið hevur gingið væl, og nógv er komið burturúr, siga stigtakararnir, sum leggja afturat, at arbeiðið ikki hevði verið møguligt uttan stuðlar, sum m.a. eru Betri Stuðulsgrunnurin, LÍV, Føroya Bjór, EUR express, Vestpack, Gummibátatænastan, Motusport, Lions Club Vágar, KJO og Elektron. Eisini er Føroya Politi og Sjúkrahúsverk Føroya, umframt kommunurnar, við.

[object Object]

– Tað kemur fyri, at langt er frá sjúkrabili til tann, sum hevur brúk fyri hjálp, og her kemur Renn fyri lívi uppí. Skipanin kemur at vera stýrd frá vaktsentralinum á Landssjúkrahúsinum. Tað tekur bert 20-25 sek hjá skipanini at finna tríggjar persónar, sum fáa boð um at fara at hjálpa til, inntil fakfólk kemur á staðið. Hesi trý fólk vera á staðnum, til sjúkrabilur fer av staðnum.

Skipanin og appin skal nú royndarkoyrast, fyri at finna møguligar villur, og tá alt er klárt, verður skipanin og appin sett í verk fyri alt landið.

Stigtakararnir koma eisini at veita fyrstuhjálparskeið til fólk, sum eru knýtt at skipanini.

Meira kunning kemur í næstum á Facebook síðuna hjá Renn fyri lívi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder