Innanlands

Rendu á bil og rýmdu

Í tveimum førum var fráboðan um, at bilførarar tóku í parkeraðan bil og rýmdu av staðnum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-06-18 09:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinnapartin í gjár hevði løgreglan nakað av arbeiði av, at bilar tóku í ella rendu á aðrar bilar í Havnini.

Tað var um kl. 13:40, at ein boðaði frá, at hann hevði sæð ein gráan persónbil renna á ein parkeraðan bil í J.C. Svabosgøtu í Havn. Tað kom lítið skaði á árenda bilin, men um onkur veit meira um hetta, skulu tey siga løgregluni frá.

Klokkan 14 hendi nakað líknandi. Ein bilur við svenskari nummarplátu rendi á ein parkeraðan persónbil í Sigmundargøtu í Havn. Her var eisini talan um avmarkaðan skaða á parkeraða bilin.

Løgreglan hevur ikki fingið fatur á teimum, sum koyrdu í svenska bilinum. Samband hevur verið við svensku løgregluna, sum upplýsti teimum navnið á eigaranum, men einki fartelefonnummar var at finna. Tí verður fylgt við tá bilurin fer av landinum aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder