Innanlands

Rendi á seyð har eingin seyður skuldi verið

Stórt hegn steðgaði ikki seyði at fara á vegin

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2018-11-15 08:58 Author image
Ari av Rana
placeholder

Dagarnir verða skjótt myrkir, nú vit skriva miðjan november, og seyður á vegnum kann verða torførur at síggja. Men hví seyður var á vegnum millum Hvítanes og Sandvíkarhjalla í gjár er eitt ivamál.

Løgreglan fekk fráboðan beint eftir klokkan 17, at ein bilur hevði rent á tveir seyðir. Bóndin varð fráboðaður, og málið fer víðari til tryggingina, verður sagt av løgreglustøðini.

Men ein kann undrast yvir hvussu seyður var komin á vegin har. Á strekkinum er avhegnað og stikað, og nógvar krónur eru nýttar seinastu árini at gera vegastrekkið trygt fyri seyði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder